Amarant
Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrivstovufólk til TTS

 

TTS er ein fyritøka, sum virkar innan fimm yrkisøki undir sama taki: maskindeild, el-deild, kølideild, HVS-deild og sølubúð við væl útgjørdari goymslu.

TTS veitir tænastur til nógvar ymiskar kundar – bæði stórar og smáar – við ymiskum tørvum og uppgávum. Tí er gerandisdagurin fjølbroyttur, og tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har samstarv, ábyrgd og góð tænasta eru í hásæti.

Skrivstovan er ein týðandi partur av dagliga virkseminum og er við til at tryggja, at arbeiðsgongdirnar eru væl skipaðar, og at bæði kundar og starvsfólk fáa góða og álítandi tænastu.

Vit leita nú eftir einum dugnaligum og fyrikomandi starvsfólki til skrivstovuna hjá okkum.  Í starvinum kemur tú at avgreiða tær ymisku uppgávurnar sum hoyra einum virknum arbeiðsdegi til.

Um teg

Tú ert fyrikomandi, skipað/ur og ábyrgdarfull/ur, og dugir væl at samskifta við bæði starvsfelagar og viðskiftafólk og hevur góðar samstarvsførleikar. Tú ert fleksibul, sjálvstøðug/ur og røkin í tínum arbeiði, og tú torir at taka ábyrgd.

Vit vænta harumframt at tú:

  • hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving ella royndir.
  • hevur góðar telduførleikar og ert sinnað/ur at seta teg inn í nýggjar skipanir og arbeiðsgongdir.
  • hevur gott yvirlit og dugir at raðfesta uppgávur.

 

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt starv í einari virknari fyritøku, har góð tænasta hevur týdning. Sum skrivstovufólk verður tú partur av einum vælvirkandi toymi, har dentur verður lagdur á eitt gott arbeiðsumhvørvi og gott samstarv í gerandisdegnum.

Talan er í útgangsstøðinum um eitt fulltíðarstarv, men annar brøkur kann avtalast.

 

Umsókn og treytir

Løn og setanartreytir verða ásett sambært avtalu.

Umsókn saman við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til jol@tts.fo

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og setanarsamrøður verða hildnar leypandi.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jákup Oluf á Lakjuni á telefon 56 56 40 ella umvegis teldupost jol@tts.fo

 

Amarant