RÓTIN í Klaksvík er tilnevnd Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026 fyri sítt miðvísa arbeiði við burðardygd, endurnýtslu og virðing fyri náttúruni.
Í grundgevingini verður RÓTIN lýst sum ein hugvekjandi ungdóms- og eftirskúli, ið á serligan hátt sameinir norðurlendsk virði, felagsskap og grøna hugsan.
Næmingarnir læra ikki bara um umhvørvi og veðurlag í ástøði. Burðardygd er ein partur av gerandisdegnum. Tey læra millum annað at minka um spill, gera aftur, endurnýta tilfar og skapa nýtt úr tí, sum longu er til.
Navnið RÓTIN verður eisini tikið fram í tilnevningini. Rótin gevur føði, festi og vøkstur – eins og virðini og vitanin, sum næmingarnir taka við sær víðari út í familjur og samfelag.
Týsdagin 22. september klokkan 15 verður RÓTIN í Norðurlandahúsinum við tiltakinum Rótin – grønur kreativitetur úr Føroyum.
Har kunnu børn og familjur royna seg við ull, læra føroyska bregditøkni og fáa hugskot til, hvussu matoyðsl kann minkast. Tiltakið er ein verkstova fyri alla familjuna og varir í tveir tímar.
