Amarant
Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør skal taka avgerðir um tínar milliónir?

Klæmint Klakk

Nú er val til umboðsráðið hjá Betri, og tú hevur møguleika at velja títt umboð.

Til seinasta val endaðu 70% at øllum valseðlunum í skrellispannini. Tá lat meginparturin av veljarunum onnur gera av, hvør skuldi umboða seg.

Tín atkvøða kann gera mun. Eg vil vera títt umboð, og tí biði eg um títt álit.

Hetta snýr seg um eitt samtak, sum hevur stóran týdning fyri tín gerandisdag og tín fíggjarbúskap. Seinastu seks árini, frá 2020–2025, hevði Betri Banki góðar tvær milliardir krónur í rentuinntøkum frá útlánum og aðrari áogn. Rentur og ómaksgjøld sum tú og onnur rinda, eru við til at skapa hesar inntøkurnar.

Tí er tað viðkomandi at spyrja: Hvør skal umboða teg, tá avgerðir verða tiknar um kósina hjá samtakinum og nýtsluna av avlopinum?

15 av 21 uppstillaðum búsitandi í Tórshavnar kommunu – seks úr restini av landinum

Til hetta valið eru 21 valevni uppstillað. Av teimum eru 15 búsitandi í Tórshavnar kommunu. Hini seks eru spjødd kring restina av landinum.

Eg haldi, at ein breið landafrøðilig umboðan hevur týdning. Vit hava ymiskar royndir og liva undir ymiskum umstøðum kring landið. Tað er ein styrki, at hetta sæst aftur í umboðsráðnum hjá einum samtaki, sum hevur kundar kring allar Føroyar.

Tað eru nógv húsarhald, fyritøkur og feløg uttanfyri miðstaðarøkið, sum eru knýtt at Betri. Teirra gerandisdagur og sjónarmið eiga eisini at verða væl umboðað, tá kósin hjá samtakinum verður sett.

Kanska tú rindar tvær milliónir krónur í rentum?

At keypa og halda eini hús er ein stór fíggjarlig byrða hjá nógvum familjum. Oman á keypsprísin koma ofta ábøtur og viðlíkahald – og so renturnar.

Hevur tú eitt húsalán á 2,8 milliónir krónur, sum tú rindar aftur yvir 30 ár við støðugari rentu á 4 prosent, rindar tú góðar tvær milliónir krónur í rentum, afturat teimum 2,8 milliónunum, tú lænti. Hetta er eitt roknidømi við føstum mánaðarligum gjaldi, uttan gjøld og áðrenn rentustuðul.

Tað eru sostatt nógvir pengar, sum vit kundar gjalda inn til bankan gjøgnum árini. Tá bankin hevur goldið sínar útreiðslur og skatt, er avlopið eftir. Og tá er spurningurin, hvat skal henda við tí?

Tað hevur týdning, hvør umboðar teg, tá avgerðir verða tiknar um samtakið og um, hvussu avlopið skal koma limunum og samfelagnum til góðar.

Verði eg valdur, ætli eg mær at brúka sessin aktivt. Eg vil seta spurningar, tá eg haldi, at tað er neyðugt, arbeiða fyri størri gjøgnumskygni og fyri, at kundarnir fáa betri innlit í tær avgerðir, sum verða tiknar. Eg vil eisini arbeiða fyri, at sjónarmið úr øllum pørtum av landinum verða hoyrd.

Eg kann hvørki lova lægri rentur ella bíligari tryggingar, tí tað kann ein einstakur umboðsráðslimur ikki. Tó kann eg lova at vera ein virkin rødd og arbeiða fyri, at Betri er til gagns fyri sínar kundar og føroyska samfelagið.

Seinasta freist at velja er 27. september. Tú velur talgilt á betri.fo/val við loyniorðinum í valbrævinum sum tú hevur fingið í postkassan, um tú ert kundi hjá Betri Trygging. Feløg og fyritøkur kunnu eisini atkvøða.

Lat ikki onnur velja títt umboð fyri teg. Eg eri klárur at taka ábyrgdina á meg og vóni at fáa tína atkvøðu.

  • Klæmint Klakk
Amarant