Hóast okkurt æl kom á okkum, var dagurin sera góður.
Komnir oman á Dalsgjógv í skýmingini í gjárkvøldi, (Barometri stóð í botn) var so mikið ókyrt, at ikki var hugsningur um at fáa hvørki seyð ella menn í bátin.
Seyðurin bleiv standandi í rættini náttina yvir, meðan mennirnir gingu heim í náttarmyrkrinum. Veðrið var gott á ferðini heim, so tað bilti ikki.
Ikki fyrr enn tað bleiv so mikið myrkt, at tað ikki bar til at ganga meir, tendraðu við lyktirnar, og tá vóru vit tíbetur komnir heim um heimara gili á Dalsenni.
Í alt, ein sera góður túrur í gjár, gjáramorgunin, gjárkvøldi og ikki minst seinastu nátt






























