Í 4. flokkunum hevur heystið verið á vitjan, og hetta hevur serliga verið tveir teir seinastu fríggjadagarnar, sum hava verið settir av til ymiskt, sum hevur við heystið at gera.
Næmingarnir hava hesar vikurnar verið á ferð gjøgnum heystið í seks spennandi verkstovum. Millum mangt annað hava næmingarnir gjørt sápu og húðkrem, sent drunn, tosað um føroyskan mat, lært um seyðakrov og arbeitt við søguni um epli og rabarbu.
Eisini hava tey fingið innlit í, hvussu seyðurin gevur okkum bæði skinn og ull, og hvussu ullin verður virkað til eina tógv, sum vit kunnu binda við. Eisini hava tey loyst stuttligar rokniuppgávur við lesing. Tað hava verið læruríkir dagar við nógvum virksemi, forvitni og góðum upplivingum.
Í dag var so aftur gjørd sápa úr tálg, har settur var góður angi til og nakrar høvdu eisini kaffigrugg í. Eftir heystfrítíðina sleppa næmingarnir at vera við, tá ið flett verður.
Við hesum verður tykkum øllum ynskt eina góða og tiltrongda heystfrí. Vit síggjast aftur 19. oktober kl. 8:00.

















