Klaksvík
7°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjónám fær egnan stjóra

Jóhann Lützen

Sjónám í Klaksvík fær nú sín egna stjóra við fullari leiðsluábyrgd. Samstundis skal samstarvið við Vinnuháskúlan styrkjast.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur gjørt av at lýsa stjórastarvið á Sjónámi leyst. Starvið verður sett frá 1. januar 2027.

Síðani 2011 hevur stjórin á Tekniska Skúla í Klaksvík formliga havt ábyrgdina av báðum skúlunum. Við broytingini fær nýggi stjórin ovastu ábyrgdina av øllum virkseminum á Sjónámi og skal standa á odda fyri menningini av skúlanum.

Ein týðandi uppgáva verður at leggja eina heildarætlan fyri framtíðarsamstarvið millum Sjónám og Vinnuháskúlan saman við hinum pørtunum á økinum.

Ætlanin er at gagnnýta útbúgvingar, skeið, læraraorku og útgerð betur og avmarka óneyðugar dupultfunktiónir.