Heilsustýrið bjóðar nú føroyskum arbeiðsplássum nýtt tilfar, sum skal gera tað lættari at arbeiða við sálarligari heilsu í gerandisdegnum.
Amboðskassin er partur av átakinum »ABC fyri sálarliga heilsu« og inniheldur millum annað framløgur, uppgávur, filmar, samrøðukort og eina plakat. Tilfarið krevur ikki umfatandi vitan um evnið frammanundan.
Umleið 30.000 starvsfólk eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tí eru arbeiðspláss ein týdningarmikil pallur fyri at styrkja sálarliga heilsu, vísir Heilsustýrið á.
Bæði starvsfólk og leiðsla kunnu taka stig til at brúka tilfarið. Skal arbeiðið gerast ein fastur partur av gerandisdegnum, hevur stuðulin frá leiðsluni tó stóran týdning.
Heilsustýrið vísir eisini til frágreiðingina »Arbeiðsumhvørvi í Føroyum« frá 2024. Hon bendir á, at serliga yngri arbeiðstakarar uppliva avbjóðingar við trivnaði, heilsu og arbeiðsumhvørvi. Stórur munur er eisini millum starvsbólkar.
Amboðskassin verður lagdur fram í sambandi við ABC-vikuna og er tøkur á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum.
