Hol í vegnum, sløkt gøtuljós ella vatnleki? Borgarar í Eysturkommunu kunnu nú boða kommununi frá beinleiðis á heimasíðuni.
Við tænastuni »Preia kommununa« kunnu borgarar senda fráboðanir um viðurskifti, sum krevja kommunalt viðlíkahald ella annað eftirlit.
Tað kann millum annað vera hol í kommunalum vegi, viðlíkahald av lendisgøtum, brek á gøtuljósum, vatnleki ella skaðadjór.
Tænastan er at finna á eystur.fo.
