– Vit mugu gera tillagingar í almenna virkseminum
Aksel V. Johannesen er væl nøgdur við at fíggjarlógaruppskotið vísur eitt avlop. Hann kundi tó hugsa sær at yvirkskotið var størri og tað væntar hann eisini at tað blívur.
Vit spurdu fíggjarmálaráðharran á framløgudegnum millum annað um almenna raksturin, hvar nýskipanir blíva av, Gøtudalstunnilin og íløgur í Norðoyggjum.
Hoyr eisini Aksel V. Johannesen geva sítt boð uppá hvussu fíggjarlógaruppskotið verður móttikið av bæði samgongu- og andstøðutinglimum í løgtinginum.
Uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2027 verður til 1. viðgerð á løgtingsfundinum í morgin. Norðlýsið verður í tingsalinum.
Hoyr samrøðuna niðanfyri