Fólkaatkvøðan 80 ár: Hoyr fundin á Skúlatrøð her
Norðoya Tjóðveldisfelag skipaði fyri áhugaverdum fundi ígjár. Serfrøðingar høvdu framløgur og síðani var eisini politiskt kjak á skránni um status á Tjóðarsemjuni.
Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, byrjaði kvøldið við at greiða frá um søguligu gongdina, har føroyingar meira og meira hava tikið valdið á okkara landi.
Magni Laksáfoss, doktari í føroyskum búskapi, greiddi frá um føroyska búskapin og hvussu hann hevur flutt seg.
Til pallborðsorðaskiftið váttaðu allir 6 flokkarnir, sum vóru partur av tjóðarsemjuni, at teir framvegis standa við hana og vilja gera Føroyar og Danmark til javnbjóðis sjálvsstøðug lond í samstarvi.
Hoyr fundin niðanfyri í heilum líki.