Qvortrup Geisling um PISA: Tey ungu kunnu so nógv, ið PISA ikki mátar
Royking, stress og ov lítið av motión eru stóru syndararnir, tá umræður okkara heilsustøðu. Politikarar mugu hava dirvið at gera nakað við hesi tingini, sigur Peter Qvortrup Geisling við Norðlýsið
Leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skipaði fyri starvsfólkatilaki í KG Hotel í gjár. Evnið var Likamlig og sálarlig heilsa á arbeiðsplássinum. Ein av fyrilestrarhaldarunum var kendi sjónvarpslæknin Peter Qvortrup Geisling, sum sjálvur tosaði undir heitinum Giv dit liv et serviceeftersyn.
Føroyar hava nakað, ið vit danir hava mist – nærveru og sambandið við náttúruna, segði hann
Vit fingu eina samrøðu við Peter og hon kann hoyrast niðanfyri. Hann er sera hugtikin av Føroyum og Klaksvík.
