Toppskjúttin hjá KÍ nærum øll árini síðani 2012 hevur ikki tikið støðu, um hann spælir í 2027.
36 ára gamli Páll hevur ongan sáttmála fyri 2027, og í farnu viku gjørdist greitt, at hann vegna skaða ikki kann spæla komandi seks mánaðirnar. Gongst tað væl, so kann tað sum skilst blíva nærri fýra mánaðum.
Vit hava spurt Páll um, hvør støðan er til 2027. Hann sigur, at hann hevur onga avgerð tikið og hevur avtalað við KÍ um at tosa saman seinni í ár. Men valið stendur millum at gevast at spæla ella at taka eitt tørn afturat við KÍ.
