Miðstovan var stúgvandi full, tá Andras Sólstein greiddi frá tveimum hendingum úr søguni hjá Norðoyggjum.
Andras legði út við stuldursmálinum í Klaksvík frá 1930, tá ein dunkur við akvavitti hvarv úr handlinum hjá Kjølbro á Biskupstøð.
Síðani var ein lítil steðgur, har fólk kundu fáa sær ein kaffimunn og strekkja beinini, áðrenn Andras greiddi frá syrgiligu hendingini á Viðareiði í 1907, tá ein unglingur varð funnin deyður í Døtlisgjógv.
Spurningar komu eisini úr salinum. Tað var ein sera hugnalig løta, har fólk høvdu leitað sær út til søgu og samveru í Miðstovuni.

