Nú havi eg í fleiri ár roynt at sett fokus á oljuleiting í Føroyum, tí eg havi trúð uppá tað alltíðina.
At leita eftir olju og gassi er ikki fremmant fyri okkum. Kolvetni bleiv staðfest í føroyskum øki longu fyri nógvum árum síðani. Prógv eru eisini fyri, at kolvetni finst í føroysku undirgrundini.
Tað er ógvuliga stórur áhugi hjá oljufeløgunum at leita eftir kolvetni í føroysku undirgrundini. Og nú sær tað út til, at gongd kemur í.
Og nú frættist, at Atlantic Petroleum søkir um loyvi at leita eftir olju í føroysku undirgrundini.
Størsta succesbeinið nakrantíð verður ein komandi gass- og oljuvinna.
Og um eg skal hugleiða eitt sindur um, hvussu tað verður, tá oljuvinnan er farin í gongd, so síggi eg fyri mær, at Suðuroyggin mest nátúrliga verður tann nýggi depilin við frálandavinnu. Tað veri seg við maritimum tænastum og eitt nú við tyrluflúgving.
Eg yvist onga løtu í, at Klaksvíkin eisini fer at halda seg framat, sjálvandi!
Eysturoyggin er størsta umskipingarhavn í Føroyum, og við stóra møguleikanum við olju- og gassleiting fer Eysturoyggin at verða ein aktivur partur eisini.
Vit skulu eisini minnast til, at leitivirksemi kann skapa nógv avleitt virksemi. Fleiri føroysk feløg veittu tænastur í sambandi við leitingarnar, sum vóru í tíðarskeiðinum 2001-2014. Og rindaðu oljufeløgini føroyska landskassanum meira enn 150 milliónir krónur í víddargjøldum.
Tá olja og gass eru funnin í rakstrarverdum nøgdum, og framleiðslan farin í gongd, ja, tá tosa vit um ovurhonds stórar inntøkur til landið.
Ríkidømi, sum vit ongantíð hava upplivað fyrr.
Fleiri arbeiðspláss verða skapt. Spennandi, vitanartung arbeiðspláss, sum geva nógva løn. Møguleiki verður at betra um útbúgvingar, betra um vælferðartænastur so sum heilsuverk, almannatænastur. Fíggja gransking. Betra um infraskervi. Suðuroyrartunnilin, onki kjak, vit hava nokk av pengum, ger hann bara! Tunlar til allar útoyggjar o.s.fr. Og sjálvandi skal oljan gjalda fyri grøna orkuskiftið.
Vit fara at hava eitt frælst, sjálvstøðugt land, eisini fíggjarliga. Eitt ríkt samfelag, sum onnur bara kunnu droyma um ![]()
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
løgtinglimur