Giktafelagið og Psoriasisfelagið heita á politisku myndugleikarnar um at varðveita klimaviðgerðina í Kroatia og tryggja eina varandi loysn. Sjúklingarnir skulu ikki berjast fyri somu viðgerð ár eftir ár, siga feløgini.
Klimaviðgerðin í Kroatia er aftur í vanda, sambært Giktafelagnum og Psoriasisfelagnum. Feløgini siga, at boðini um, at játtanin verður spard burtur, hava elvt til stóra óvissu hjá limunum.
– Fyri tey er hetta ikki bara eitt tal á fíggjarlógini. Tað snýr seg um pínu, rørsluføri, húð, arbeiðsføri og lívsgóðsku, siga feløgini í felags áheitan.
Tey leggja dent á, at klimaviðgerðin er skipað viðgerð undir læknaligum eftirliti. Ein lækni metir um umsóknirnar og ger av, hvør hevur læknaligan tørv á viðgerðini. Ikki øll, sum søkja, fáa pláss.
Sambært feløgunum uppliva summi giktasjúk fólk fleiri mánaðir við minni pínu, minni stívleika og betri rørsluføri eftir viðgerðina. Fólk við psoriasis kunnu uppliva nærum reina húð og minni skriða og sviða í fleiri mánaðir.
Feløgini vísa eisini á, at betri heilsa kann hava týdning fyri arbeiðsførið og minka um sjúkrafráveru og tørvin á heilivági. Tí eigur ein møgulig sparing eisini at verða mett í mun til avleiðingarnar fyri sjúklingarnar og samfelagið.
– Vit mugu eisini spyrja, hvat tað kostar sjúklinginum og samfelagnum, um hon verður tikin burtur, siga tey.
Áheitanin er at varðveita játtanina og finna eina varandi loysn. Feløgini ynskja eisini, at møguleikin fyri at økja játtanina verður kannaður, tí tørvurin sambært teimum er størri enn talið av plássum.
– Okkara limir hava nóg mikið at stríðast við frammanundan. Teir eiga ikki eisini at bera óvissuna um, hvørt ein viðgerð, sum kann geva teimum mánaðir við einum betri lívi, verður tikin frá teimum.
