Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

8 íbúðir afturat á Norðoyri

Jóhann Lützen

Nú koma 8 íbúðir afturat á Norðoyri, ætlandi verður klárt at flyta inn á sumri 2027, sigur Hjalti Josephsen við Norðlýsið

Norðhús byrjaði at byggja íbúðir á Norðoyri í 2010. Higartil hava vit bygt 21 íbúðir, nú byggja vit 8 + 2 so tilsamans verða tað 31 íbúðir á Norðoyri, sigur Hjalti

Íbúðirnar eru 85 fermetrar til støddar og kosta lyklaklárar kr. 2.695.000. Sølan gongur væl, bara tvær eru eftir, sigur Hjalti við Norðlýsið at enda.