El Niño er væntandi móti ársenda. Tað ger sjónarmiðið hjá Osmundi Justinussen aftur viðkomandi: At hetta serliga veðurfyribrigdið kann geva betri botnfiskiskap undir Føroyum næstu tvey árini.
Sambært heimsveðurfelagsskapinum hjá ST, WMO, verður El Niño væntandi sera sterkt móti ársenda 2026. wmo.int
Skiparin og reiðarin úr Leirvík hevur í áratíggju víst á hetta sambandið, millum annað á Torradøgum í 2016 og í sambandi við Sjómannadagin í 2025.
Hansara meting er, at ávirkanin kemur við seinking: Sjógvurin kring Føroyar kølnar eitt til tvey ár eftir El Niño, og fiskiskapurin batnar. Verður henda meting løgd til grund, kunnu 2027 og 2028 gerast áhugaverd fiskiár.
El Niño er eitt náttúrligt veðurlagsfyribrigdi, har sjógvurin í miðara og eystara parti av tropiska Stillahavinum verður óvanliga heitur. Hetta kann broyta vindar, avfall og hita víða um heim.
