Dysturin millum kvinnurnar hjá StÍF og Stjørnuna á Skála endaði við javnleiki 28-28, eftir hálvleiksstøðuna 17-16 til Stjørnuna.
Stjørnan var favorittur undan dystinum, og hevði Stjørnan stóran part av dystinum leiðsluna. Tá 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var støðan 23-19 til Stjørnuna, men so kom stígur í hjá Stjørnuni, og StÍF fekk støðugt minkað um leiðsluna hjá Stjørnuni, og tá leiktir vóru 25 minuttir av seinna hálvleiki, fekk StÍF fyri fyrstu ferð í dystinum leiðsluna, støðan var tá 26-25 til heimaliðið. Rættiligur spenningur var í dystinum, og seinastu løtuna hevði Stjørnan fleiri upplagdar møguleikar at avgerða dystin, men møguleikarnir blivu missnýttir. Sostatt endaði dysturin við javnleiki 28-28.
Málini hjá Stjørnuni skoraðu: Sarah S. Madsen 13, Ella L. Samson 4, Mina S. Henriksen 3, Jancy J. Poulsen 3, Julia J. Lydersen 2, Tóra Eliasen, Brynja Høj og Paula á Lakjuni hvør sítt.










