Í sunnudagsskúlanum fer Jákup Eli Østerø at tala til tey vaksnu í bíbliuløtuni kl. 13:00, og á møtinum kl. 18 sunnukvøldið takar Óli á Grømma frá Hebr. 10:19-25. Sangkórið luttekur.
Mikudagin fara Óli og Judy av landinum aftur, so seinastu møtini við teimum verða í Betesda við sunnukvøldið kl. 18 og mánakvøldið kl. 20.
Sangkórið, sum júst hevur hildið sín 100-ára føðingardag, fer at syngja á møtinum sunnukvøldið.
Skráin fyri sunnudagin í Betesda er henda:
Kl. 11:00-12:15 Morgunmøti
Kl. 12:15-13:00 Kaffi í gongini (beint eftir morgunmøtið)
Kl. 12:30-13:00 Sunnudagsskúlin byrjar við sangi í salinum
Kl. 13:00-13:30 Børnini fara í flokkarnar + Bíbliuløta í salinum, Jákup Eli Østerø talar
Kl. 14:30-15:30 Enskt møti
Kl. 18:00-19:00 Evangeliskt møti, har Óli á Grømma talar út frá Hebr. 10:19-25. Sangkórið luttekur.
Hjartaliga vælkomin 😊