Í morgin, mánadagin 5. oktober, byrjar Virkið Heyst í Klaksvík við tiltøkum frá árla á morgni til út á kvøldið.
Norðoya Gongufelag skipar fyri gongutúri klokkan 6.30–8. Nærri kunning fæst í Facebook-bólkinum hjá felagnum.
Á Hotel KG verður ókeypis yoga klokkan 14 og aftur klokkan 18. Neyðugt er at tekna seg til á visitnorth.fo. Luttakarar fáa eisini 50 prosent avsláttur til Aldu Spa aftaná yoga.
Klokkan 16.30–18 verður listaframsýning við Bárði Dal Christiansen í Gamla Seglhúsinum.
Í Keramiksmurluni ber til at prenta bløð í leir klokkan 17–20. Hetta kostar 400 krónur fyri hvønn, og tilmelding fer fram á keramikmurlan@gmail.com ella á Facebook og Instagram hjá Keramiksmurluni.
