Umleypandi veðrið, vit hava havt í nakrar vikur, fer at halda fram, ið hvussu so er eina viku afturat. Lágtrýstini ganga okkum sera nær, og tey eru vorðin nokkso djúp, og fitt av vindi er rundanum saman við nógvum regni. Fyrstu dagarnar er tað eitt lágtrýst beint norðanfyri, sum gongur eystureftir. Tá ið tað er komið nakað eystureftir, fer kaldari luft at reka ímóti okkum av útnyrðingi. Í miðvikuni fer ein hátrýstryggur við góðum veðri at liggja um okkara leiðir, men fram ímóti vikuskiftinum fer eitt djúpt lágtrýst við nógvum vindi at nærkast vestaneftir.
Eftirsum eitt annað djúpt lágtrýst fer framvið eystureftir í nátt, byrja vit við veðrinum í kvøld og í nátt.
Veðrið hetta og fram til næsta vikuskifti:
Í kvøld og í nátt:
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Fram ímóti midnátt fer at regna. Í nátt fer vindurin at veksa upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum skrið, 18 m/s, meðan tað er samdrigið og regn. Fram ímóti morgni slítur í, tó okkurt æl í støðum. Hitin 7 til 12 stig.
Mánadagin:
Sunnanfyri hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s. Norðanfyri upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Um alt landið samdrigið og regn ella ælaveður. Út á fyrrapartin gongur hann upp í vestan og minkar vindin. Á middegi er vindferðin sunnanfyri komin niður í 18 m/s; norðanfyri strúkur í vindi, 13 m/s. Seinnapartin og um kvøldið frískur vindur upp í strúk millum vestan og útsynning, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Um náttina minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 6 til 11 stig.
Týsdagin:
Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Seinnapartin lækkar hann niður í útsynning og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.
Mikudagin:
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Um kvøldið minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 9 stig.
Hósdagin:
Lítil lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s. Seinnapartin gongur hann niður í landsynning og veksur vindin upp í frískan upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, meðan tað er samdrigið og yvirhøvur turt. Um náttina regn. Hitin 4 til 9 stig.
Fríggjadagin:
Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður gongur hann vesturum til útsynning og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Um morgunin samdrigið og regn, men sum frá líður smáskýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 11 stig.
