Lágtrýstini ganga okkum sera fyri tíðina, tí er veðrið so umleypandi. Hetta mynstrið sær út til at fara at halda fram eina viku afturat.
Veðrið um vikuskiftið:
Í dag er lot til frískt lot millum útsynning og sunnan, 3 til 8 m/s, sólglottar og bert okkurt ælið í støðum. Í kvøld lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt, tó í støðum møguliga mjørki. Í nátt veksur vindurin av útsynningi upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og turt, men sum frá líður dregur á luftina og okkurt ælið. Hitin í dag 8 til 12 stig, í nátt niður í 4 til 10 stig.
Í morgin er frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vind ella strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Um náttina frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður ella regn. Hitin 8 til 12 stig.
Sunnumorgunin frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn, men fram ímóti middegi slítur í. Seinnapartin skiftandi skýloft og okkurt ælið. Um kvøldið minkar vindurin líðandi niður í frískt lot til frískan vind og hækkar upp í vestan, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Um náttina lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Fram ímóti morgni veksur vindurin aftur av útsynningi. Hitin 9 til 12 stig. Gott vikuskifti.
