Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annika úr Klaksvík fær M.A. Jacobsens virðisløn

Jóhann Lützen

Annika Kunoy Im úr Klaksvík og Tóra Effersøe Mortensen fáa M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir 2026 fyri bókina „Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð“.

Bókin gevur avroðum, sum ofta enda sum burturkast, nýtt virði. Við søgum, myndum og uppskriftum vísir hon, hvussu hetta tilfeingið kann gagnnýtast í nútímans matgerð.

Í grundgevingini verður dentur lagdur á, at bókin sameinir siðbundna føroyska matmentan og landbúnað við nútíðina. Søgurnar snúgva seg um samanhald, burðardygd og at varðveita siðvenjur.

Eisini verður bókin róst fyri livandi tekst, vakrar myndir og snøgga uppseting, sum letur eyguni upp fyri ríkidøminum í tí, vit longu hava.

Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen eiga og reka blaðið Kvinnu. Virðislønin er 75.000 krónur.