Við samanleggingini av stovnum, sum húsast í sama bygningi á Hoyvíksvegi 72, hevur samgongan tikið eitt stig til at rationalisera og spara 3 milliónir, uttan at tað beinleiðis kostar brúkaranum (her: næmingum og lærarum) nakað. Hetta er tann rætti mátin at gera tingini uppá. Rationaliseringin av sendistovum, har heilar knapt 8 milliónir verða spardar, er annað dømi um skilagóða rationalisering.
Í undanfarnari grein hevur Norðlýsið áður víst á tað skilagóða í at samansjóða funktiónir, sum kortini liggja á sama matrikli, og júst Hoyvíksvegur 72 varð tá brúktur sum dømi. Nú er líkt til, at politikararnir hava lurtað, tí boðað er frá, at Nám og Undirvísingarstýrið verða løgd saman, samstundis sum 3 milliónir kunnu/skulu sparast har.
Vit síggja eisini nú, nú løgtingsfíggjarlógin fyri 2027 er løgd fram, at landið niðurleggur 2 sendistovur, nevniliga tær í Moskva og Tel Aviv. Hendan sparingin er saman við øðrum umrokeringum mett at vera knapt 8 milliónir, úr 37.675.000. niður í 29.806.000.
Gongda leiðin er júst hendan: At spara í erva fyrst og fremst. Jú nærri, ein kemur borgaranum, jú minni eigur at verða spart.
Gerið mobilt tjóðleikhús
Eini hyggjuráð eru tó eftir: At gera Tjóðleikhúsið flytført, t.e. mobilt, har vit borgarar, í staðin fyri at mega valfarta til Havnar, sleppa at uppliva palllist í lokaløkinum. Í Suðuroy, Fuglafirði, Tórshavn, Runavík og Klaksvík eru fleiri nútímans mentanarhús, sum grundiga hava prógvað sítt virði. Og fleiri kunnu helst væntast. Upplagt hevði verið, at Tjóðpallur Føroya nýtti hesi til sínar framførslur heldur enn at miðsavna seg í bert Tórshavn.
Tjóðleikhúsið verður ikki nevnt í samgonguskjalinum, og í fíggjarlógini standa kr. 0,00 á bæði fyri í fjør, í ár og framyvir. Har verður skrivað, at “Tórshavnar býráð samtykti í 2024 at gera sáttmála um lendið og uttanumøkið, men áðrenn undanfarna býráðssamgonga legði frá sær við árslok 2024, ógildaði býráðið áður gjørdu samtykt. Bíðað verður tí eftir, at Tórshavnar kommuna vendir aftur til landsstýrið um staðsetingina.”
Vit hava longu sæð, hvussu staðsetingin av eini súkklubreyt í Tórshavnar Kommunu hevur havt við sær stórar ósemjur í býráðum í høvuðsstaðnum – ósemjur, sum støða okkum vitandi framvegis ikki er tikin til í skrivandi stund, 9 mánaðir áðrenn Oyggjaleikir. At samtyktin um tjóðleikhús hjá undanfarna kommunustýrinum í Havn varð annullerað av sitandi býráðssamgongu, bendir á, at har handan leiktjøldini somuleiðis er eitt eljustríð um, hvørt tjóðleikhúsið skal vera her ella har í Havn.
Við at gera tjóðpallin flytføran verða tann trupulleikin loystur, longu bygd mentanarhús verða aktiverað meira, samstundis sum 200 almennar milliónir kunnu verða spardar til bygningin. Roknast skal tó sjálvsagt við eini nakað øktari játtan til Tjóðpall Føroya, tá hann skal ferðast kring landið.
Við hesi rationaliseringini kemur palllistin nærri brúkaranum, og tað er av sonnum eisini rationelt, tá man hugsar um endamálið við tjóðleikhúsinum og tjóðpallinum.
