Leygardagin 3. oktobur hátíðarheldur Betesdakórið 100 ára føðingardagin við sangi, søgu, hugna og lagkøku.
Kórið fegnast um at hava verið virkið í so mong ár og verið bæði sangarum og áhoyrarum til gleði og signing.
Skráin byrjar klokkan 17 við minnum, práti og hugna. Klokkan 17.45 verður sangur og søga, og klokkan 18.30 verður føðingardagurin hildin við lagkøku og kaffi.
Dagurin endar við hátíðarløtu við Betesdakórinum klokkan 19.
Øll eru vælkomin.
Vit vóru forbí í Betesda í gjárkvøldið og tóku nakrar myndir av kórinum, sum vandi til konsertina leygardagin.




























