Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóannes Purkhús hevur nátt hægsta stigið innan gudfrøði

Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

Í sambandi við at Jóannes Purkhús, sóknarprestur, varð liðugur við doktararitgerðina hjá sær, bjóðaði hann til móttøku sunnudagin á Hotel Norð á Viðareiði

Norðlýsið fekk orðið á prestin eftir móttøkuna.

-Eg eri sera fegin fyri dagin, og hann eydnaðis væl. Tað var ein góð og hugnalig løta á hotellinum. Eg eri takksamur og glaður fyri, at so nógv fólk løgdu leiðina framvið.

Eg spurdi Jóannes Purkhus, hvussu leingi hann hevur verið prestur, og um sjálva ritgerðina

-Eg havi verið prestur í Norðoya eystara prestagjaldi í 11 ár, eg byrjaði tann 1. mai í 2015.

-Síðan 2019 havi eg arbeitt við ritgerðini. Hetta merkir, at granskingararbeiðið er gjørt, samstundis sum eg havi røktað starvið sum sóknarprestur eystan Múla.

-Í nøkrum tíðarskeiðum havi eg verið burturstaddur í lestrarfarloyvi, sigur Jóannes Purkhus

Vardi doktararitgerðina í Münster í Týsklandi

Tað var tann 22. juli í ár, at Jóannes Purkhús, sóknarprestur á Viðareiði, vardi sína doktararitgerð á lærda háskúlanum í Münster í Týsklandi. Verjan gekk væl, hon vardi í umleið tveir tímar. Vegleiðari var Eve-Marie Becker, professari á universitetinum í Münster.

Jóannes hevur granskað í Nýggja Testamenti, og doktararitgerðin kallast ‘Doulos in and around Paul’ og snýr seg um trælahugtakið hjá Paulusi.

Stutt um ritgerðina

Í stuttum greinar doktararitgerðin, hvussu orð og myndamál, sum hava sín uppruna í trælahaldinum, verða nýtt tilvitað í brøvum Paulusar og í gudfrøðiligu próvførslu hansara.

Í ritgerðini verður víst á, at Paulus nýtir trælamálburð á ein bæði nýskapandi og fjølbroyttan hátt, ið er lagaður eftir ítøkiligu støðuni í einstøku brøvunum. Á tann hátt ger Paulus seg galdandi sum brævahøvundur.

Víst verður á, at Paulus, tá ið hann viðger og grundar yvir torgreidd gudfrøðilig viðurskifti, mangan nýtir málburð, ið hevur støði í trælahaldinum, fyri at lýsa síni sjónarmið.

Ritgerðin greinar, hví hetta er so, og hvønn leiklut trælasemantikkurin spælir í brøvunum hjá Paulusi.

Harumframt greinar ritgerðin, hvussu trælasemantikkurin hjá Paulusi líkist og samstundis er øðrvísi enn tann hjá øðrum høvundum frá griksk-rómverskari tíð, bæði kristnum og ikki-kristnum høvundum. Tískil verður próvført fyri, at Paulus kemur við einum sjálvstøðugum íkasti, tá ið talan er um trælasemantikk.

Jóannes Purkhús, sóknarprestur, hevur við hesum nátt hægstu akademisku útbúgvingina og granskarastigið, sum til ber at røkka innan ta kristnu gudfrøðina.

Vit á Norðlýsinum ynskja Jóannesi hjartaliga til lukku við doktaraheitinum og blíðan byr.