Málið verður longu umrøtt, sum størsta skandalan í enskum fótbólti.
Óhefta nevndin í Premier League staðfestir nú, hvussu Manchester City sambært úrskurðinum fór fram: Felagið brúkti tilgjørdar avtalur við sponsorar til at vísa størri inntøkur og lægri útreiðslur. Samanlagda ávirkanin var meira enn 900 milliónir pund í níggju kappingarárum frá 2009/10 til 2017/18.
Sambært Premier League rindaðu sponsorarnir bert ein part av upphæddunum, sum stóðu í avtalunum. Restin varð fíggjað av Abu Dhabi United Group, sum átti felagið. Aðrar avtalur gjørdu, at rakstrarútreiðslurnar sóu lægri út. Nevndin metir, at City við hesum fjaldi veruligu fíggjarstøðuna fyri grannskoðarum og fótbóltsmyndugleikum og fór langt út um loyvdu útreiðslumørkini.
City er funnið sekt í øllum ákærunum um álvarslig fíggjarbrot og í trimum av fýra ákærum um vantandi samstarv við kanningina. Enn er eingin revsing ásett. Hon verður viðgjørd fyri seg, og felagið hevur freist til 2. oktober at kæra úrskurðin.
