66 ára gamli Phil Taylor ger nú comeback í dart. Hann skal spæla saman við Adrian Lewis í tvímansleikakappingini MODUS Super Series International Pairs í Portsmouth 23.–28. november.
Taylor hevur ikki spælt ein kappingardyst, síðan hann steðgaði í 2024. Hann sigur, at møguleikin at spæla saman við Lewis fekk hann at taka av. Teir hava áður spælt saman fyri Ongland í World Cup of Darts.
Phil Taylor hevur vunnið heimsmeistaraheitið 16 ferðir. Lewis er tvífaldur heimsmeistari og hevur eisini havt steðg frá kappingardarti.
