Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vælkomin heim – og rinda nú skatt!

Jóhann Lützen

Ein útisiglari, sum arbeiðir undir FAS-skipanini, er komin heim eftir nøkur ár uttanlands. Fyrsta lønarútgjaldingin, sum hann hevur fingið gevur honum eina dýra móttøkuheilsu: „Vælkomin heim – og rinda nú skatt.“

A-inntøkan í september er 87.905,88 krónur. Sambært útgjaldingini fara 50.319 krónur til skatt og AM-gjald – 57,2 prosent av A-inntøkuni.

Eftir aðrar frádráttir upp á til samans 3.948,77 krónur koma 33.638,11 krónur á konto. Millum frádráttirnar eru ALS, barsilsgjald, heilsutrygd og frítíðarløn.

Hetta er ein ítøkilig lønarútgjalding hjá einum heimkomnum FAS-siglara. Hon vísir ikki í sjálvum sær, hvussu nógv allir útisiglarar undir skipanini rinda í skatti.