Lagt er upp til ein spennandi dyst í KÍ-høllin í kvøld, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni fáa vitjan av Neistanum. Hetta er fyrsti landskappingardystur millum liðini í hesum kappingaárinum, men liðini hava leikt tveir venjingardystir ímóti hvørjum øðrum innan kappingarbyrjan, og vann Stjørnan teir báðar.
Støðan undan dystinum er tann, at H71 er oddalið við 6 stigum, VÍF, Stjørnan, Neistin og EB hava øll 4 stig, so tað er umráðandi hjá Stjørnuni at vinna dystin í kvøld – koyr á Stjørnan!
Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 18.30.
