Burn deildin: Høllin á Eiði var full av áskoðarum og rómurin var øgilgur tá sigurin gjørdist veruleiki. Sigurin er tann fyrsti hjá EB í høllini á Eiði, sum var bygd í 2003.
EB legði betur út og førdi 15-9 móti endanum av fyrra hálvleiki, men StÍF kom væl við og minkaði um munin til 15-12, sum var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki kom StÍF nógv betur við og teir førdu við trimum málum (28-25) tá 10 minuttir restaðu í. Heldur enn at falla í fátt, kempaði EB væl, teir fingu 5 mál uppá tríggjar minuttir.
Tá 50 sekundir restaðu í var støðan 32-31 til EB. Leikbrá!
Niðanfyri síggjast seinastu sekundini av dystinum. Leikabrá hevur júst verið og StÍF hevur bóltin og møguleikan at javna.
Eftir dystin fagnaði høllin óføru EB leikarunum. Sí video niðanfyri
Tað vóru fleiri EB leikarar, ið skaraðu framúr í dag. Gilli Reginsson var tó dagsins maður við 16 málum. Málverjin Nóa Larsen stóð eisini ein branddyst og tað gjørdi beiggi hansara Silas Larsen eisini, sum skoraði 7 mál. Torkil D. Dahl vísti eisini hondbóltshegni við 5 málum.
Vit fingu eisini nakrar góðar myndir av Eiði í dag. Umstøðurnar eru framúr at spæla hondbólt.








Millum mongu áskoðararnar vóru eisini nakrar ordans EB hondbólts legendur. Teir frøddust um aftur at hava møguleikan at fara í høllina á Eiði og síggja hondbólt í bestu deildini.
Niðanfyri síggjast Eyðbjørn Mørkøre, Petur Ove Vesturtún og Tórður Jacobsen taka samanum eftir dystin.

