Klaksvík
5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góðskuleiðari til Pelagos

Hevur tú fakligt innlit, praktiskt skil og hug at taka ábyrgd? Pelagos søkir ein góðskuleiðara, sum dugir at sameina matvørutrygd og góðsku við vælvirkandi loysnum í framleiðsluni.

Pelagos framleiðir og útflytir frystar pelagiskar fiskavørur til kundar kring heimin. Tryggar vørur, støðug góðska og álit hjá kundunum eru grundarlagið undir okkara góðskuarbeiði.

Vit leita eftir tær, sum dugir at umseta faklig krøv til greiðar arbeiðsgongdir og trívist við at arbeiða tætt saman við bæði starvsfólkum og leiðslu.

 

Um starvið 

Sum góðskuleiðari hevur tú ábyrgd av at røkja og menna góðskuskipanina hjá Pelagos. Tú arbeiðir saman við framleiðslu, sølu og leiðslu um at tryggja, at okkara vørur og framleiðsla lúka galdandi myndugleikakrøv og krøv frá okkara kundum.

Starvið fevnir bæði um skipanir og skjalfesting og um praktiskt góðskuarbeiði í framleiðsluni. Tú ert sjónlig/ur í gerandisdegnum, vegleiðir starvsfólk og tekur lut í at loysa tær avbjóðingar, sum koma fyri.

Tínar høvuðsuppgávur verða at:

  • Røkja og menna góðskuskipanina, egineftirlit og mannagongdir fyri matvørutrygd og reinføri.
  • Fylgja við myndugleika- og kundakrøvum og tryggja, at tey verða sett í verk í framleiðsluni.
  • Tryggja álítandi skrásetingar, dagførda skjalfesting og sporføri frá rávøru til liðugtvøru.
  • Fyrireika og luttaka í eftirlitsvitjanum og hava samskifti við myndugleikar, kundar og aðrar samstarvspartar um góðskuviðurskifti.
  • Viðgera frávik og kundaklagur, finna orsøkir og fylgja upp við viðkomandi tiltøkum.
  • Vegleiða og læra starvsfólk upp og samstarva við framleiðsluna um áhaldandi betringar.

Um teg 

Tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir við góðskuarbeiði innan matvøruframleiðslu. Kunnleiki til góðskuskipanir er umráðandi, og royndir úr fiskivinnuni eru ein fyrimunur.

Vit leggja dent á, at tú arbeiðir skipað, tekur ábyrgd og fylgir málum til enda. Tú dugir at meta um váða, raðfesta átøk og finna loysnir, sum bæði lúka krøvini og rigga í dagliga rakstrinum.

Góð samstarvsevni eru avgerandi. Tú dugir at gera krøv og mannagongdir skiljandi og at fáa starvsfólk við í góðskuarbeiðið. Samstundis hevur tú fakligt dirvi at taka avgerðir og siga greitt frá, tá ið viðurskifti skulu rættast.

Tú dugir væl føroyskt og enskt í skrift og talu og hevur góðar telduførleikar.

Vit bjóða 

Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv í einari føroyskari framleiðslufyritøku við altjóða kundum. Tú fært ábyrgd av einum týðandi øki og møguleika at seta tín dám á, hvussu góðskuarbeiðið verður skipað og ment.

Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfólkum og leiðslu og sært úrslitini av tínum arbeiði í dagligu framleiðsluni.

Løn og setanartreytir verða avtalaðar eftir førleikum og royndum. Byrjað verður eftir nærri avtalu.

Umsókn 

Send okkum umsókn saman við CV og øðrum viðkomandi skjølum innan 20. oktober 2026.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga P. Nielsen, stjóra, á tlf. 777007.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.