Hann fer at liggja millum sunnan og útsynning næstan alla vikuna – tó onkra løtuna eysturum. Eitt sinru av vindi í fyrru helvt; í seinnu helvt nakað minni. Av avfalli ikki so nógv, undantikið mikudagin. Tá fer at regna nokkso nógv. Hitalagið nokkso støðugt millum 6 og 11 stig, og tað er ikki óvæntað, tá ið vit hugsa um ættina.
Veðrið hetta og fram til næsta vikuskifti:
Mánadagin:
Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Út á seinnapartin gongur hann niður í sunnan, samdrigið og ælaveður. Hitin 7 til 11 stig.
Týsdagin:
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt æl. Um kvøldið og náttina regn. Hitin 7 til 11 stig.
Mikudagin:
Frískt lot til frískan vind millum sunnan og landsynning, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 7 til 11 stig.
Hósdagin:
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og sólglottar. Út á dagin gongur hann niður í sunnan, og út á kvøldið ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.
Fríggjadagin: Lot til frískt lot av útsynningi, út á dagin lækkandi niður í sunnan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og sólglottar og okkurt ælið. Hitin 4 til 9 stig.
