Tað er kalt, men turt og stilt á Eiði í dag, har Heystfagnaðurin er í gongd við tónleiki, fletting og frálæru fyri bæði stór og smá.
Jógvan í Skorini setti Heystfagnaðin, og Eiðis Ljómfelag spældi nøkur vøkur løg í góðveðrinum í morgun.
Kaj Joensen hevur mikrofonina og tosar við tey, sum fletta kúgv og seyð. Eisini er frálærufletting á skránni, har børnini sleppa at royna seg.
Tey smæstu halda seg ikki aftur. Børnini sleppa at tumma, og fleiri hildu seg framat at taka lut í arbeiðinum.








