Klaksvík
6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heysfagnaður: Fjølbroyttur fríggjadagur á Eiði

Jóhann Lützen

Heystdypp, seyðasýning, sølubásar og heystkviss eru millum tiltøkini á Eiði fríggjadagin 16. oktober. Eisini verður nógv at fara til hjá børnum og ungum.

Dagurin byrjar við Sosial Run klokkan 10.15 við bátabrúgvarnar á Kaiini. Klokkan 11 verður felags heystdypp og sauna, og drekkamunnur verður oman á.

Frá klokkan 12 til 18 verður seyðasýning við Hagapørtum á Eiði í seyðahúsinum uppi í Koll. Møguligt er at koma við seyði hóskvøldið klokkan 21–22 og fríggjamorgunin klokkan 10–11.

Á Flakavirkinum verða heystloppur frá klokkan 16 til 20. Á vøllinum í Hólmanum verður hestaríðing frá klokkan 16 til 18, og á skránni eru eisini ymisk spøl og fótbóltur saman við leikarum úr besta liðnum hjá EB/Streymi.

Í seyðahúsinum í Garði skipa eftirkomarar hjá Berthu og Petur Martin í Garði fyri heimasølu frá klokkan 17 til 19. Í handlinum hjá Óla verður heimavirkissøla frá klokkan 19 til 22, og í frystarínum á Flakavirkinum verða ymiskir sølubásar.

Dagurin endar í Hólmahúsinum, har EB/Streymur skipar fyri heystkviss frá klokkan 20 til 01.

Vikuskiftis kakan
Vikuskiftis kakan