Á nýggja staklagnum „Vit hava gingið“ setur Rani Nolsøe orð á ynskið um eina nýggja tjóðarsemju og heitir á landsins myndugleikar um at lata fólkið sleppa at tala.
Sangurin kemur út hjá Tutl í dag, 15. oktober, og snýr seg um framtíðarstøðu Føroya.
Rani lýsir heimastýrið sum eina danska troyggju, ið eftir hansara tykki er vorðin ov trong. Hann heldur, at ein nýggj tjóðarsemja kann geva Føroyum møguleika at koma víðari.
– Okkum tørva eina semju, eina rimmar tjóðarsemju, fyri Føroyar og fólkið her er, og fyri Merkið í víðu verð, sigur Rani Nolsøe.
Hann leggur dent á, at føroysk ítróttarfólk og vinnulívsfólk skulu hava fría atgongd til allan heimin, um Føroyar skulu mennast meiri.
Nú 80 ár eru liðin síðani fólkaatkvøðuna í 1946, spyr hann, um tíðin ikki er komin at leggja spurningin fyri fólkið aftur.
– Hví ikki lata Føroya fólk sleppa at tala á eini nýggjari fólkaatkvøðu, nú 80 ár eru liðin síðani farnu fólkaatkvøðu?
