Mentanargrunnur Landsins hevur játtað 14 filmsverkætlanum tilsamans 1,5 milliónir krónur. 36 umsóknir komu inn, og søkt varð um 5,4 milliónir krónur.
Heimildarfilmurin Menniskja hjá RVH Productions v/Rúnu V. Højgaard fær størstu játtanina, 250.000 krónur. Síðani koma Hatta tosa vit ikki um hjá DokFo v/Lucas Frayssinet við 200.000 krónum og Semd hjá Frælsisfilmum v/Jan Lamhauge við 190.000 krónum.
Outlier Projects v/Jón Hammer fær stuðul til fýra verkætlanir, tilsamans 369.000 krónur.
Hetta er triðja stuðulsumfarið til film í ár. Samlaða filmsjáttanin fyri 2026 er 6,6 milliónir krónur, og stuðulin verður latin fýra ferðir árliga. Avgerðin hjá nevndini byggir á tilmæli frá tveimum filmsráðgevum.
Hesar verkætlanir fáa stuðul:
| Verkætlan | Umsøkjari | Stuðul |
|---|---|---|
| Anny | Bad Weather Projects v/Duritu Sumberg Poulsen | 70.000 kr. |
| Sodomitturin | Durita Sumberg Poulsen | 80.000 kr. |
| UFO – er nakar har úti? | Hugmynd v/Drós í Ólavsstovu | 50.000 kr. |
| Dýpir av tíð | Gunnleygur Clementsen | 19.000 kr. |
| Menniskja | RVH Productions v/Rúnu V. Højgaard | 250.000 kr. |
| Into the Heart | Outlier Projects v/Jón Hammer | 50.000 kr. |
| Av himni | Outlier Projects v/Jón Hammer | 99.000 kr. |
| Oceancraft | Outlier Projects v/Jón Hammer | 150.000 kr. |
| Det vi ikke når i dag | Outlier Projects v/Jón Hammer | 70.000 kr. |
| Ung í føroyskum dansi | UFO v/Rakul Ró Steintórsdóttir | 80.000 kr. |
| Ekko af et Kollaps – 93 | Tambo Film ApS v/Rikke Tambo Andersen | 80.000 kr. |
| Semd | Frælsisfilmar ÍV/F v/Jan Lamhauge | 190.000 kr. |
| Lovaða Land | Cinema Polaris v/Anton Petersen | 99.000 kr. |
| Hatta tosa vit ikki um | DokFo v/Lucas Frayssinet | 200.000 kr. |
