Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri sløg av krabbameini gerast vanligari hjá fólki undir 50 ár

Tíðindaskriv

Títtleikin av fleiri sløgum av krabbameini hjá fólki millum 20 og 49 ár í Norðurlondum er øktur munandi seinastu 20 árini. Tað vísir nýggj gransking, sum byggir á tøl frá NORDCAN fyri tíðarskeiðið 2003-2022. Føroysk tøl eru eisini partur av kanningini.

Krabbamein rakar fyrst og fremst eldri fólk, men fleiri sløg av krabbameini gerast alsamt vanligari hjá fólki undir 50 ár. Norðurlendskir granskarar hava kannað gongdina fyri 18 ymisk sløg av krabbameini hjá fólki í aldrinum 20–49 ár í Norðurlondum og samanborið hana við gongdina hjá teimum 50–84 ára gomlu. Úrslitini vísa, at títtleikin av 12 av teimum 18 krabbameinssløgunum er øktur munandi hjá yngra aldursbólkinum í tíðarskeiðnum 2003-2022. Í fleiri førum er økingin størri hjá yngri fólki enn hjá eldri.

Í kanningini er hædd tikin fyri broytingum í fólkatali og aldurssamanseting. Talan er sostatt um eina øking í títtleikanum av krabbameini í mun til fólkatalið og ikki bert fleiri staðfestar tilburðir.

Høvuðsúrslit

Størsta metta økingin hjá teimum 20-49 ára gomlu var staðfest fyri krabbamein í skjaldkertlinum, har títtleikin  í miðal øktist 3,8 % um árið. Hetta er á leið sama metta øking sum hjá teimum 50-84 ára gomlu, í miðal 4 % árliga. Eisini varð ein týðilig øking staðfest fyri tjúktarms- og nýrakrabba, har metta árliga økingin fyri bæði krabbameinssløgini var í miðal 2,7 % hjá teimum 20–49 ára gomlu. Til samanberingar var metta árliga økingin hjá teimum 50–84 ára gomlu í miðal 0,4 % fyri tjúktarmskrabba og 1,2 % fyri nýrakrabba.

Hjá teimum 20-49 ára gomlu er títtleikin eisini øktur fyri m.a. bróstkrabba, endatarmskrabba, móðurmerkjakrabba og krabbamein í livrini, lívmóðrini og brisinum. Fyri endatarmskrabba og krabbamein í lívmóðrini var gongdin hin øvuta hjá teimum 50-84 ára gomlu, har títtleikin minkaði.

Títtleikin av lungnakrabba og eggjastokkakrabba hjá teimum 20-49 ára gomlu er minkaður munandi hesi 20 árini. Metta árliga minkingin var ávikavist 3,1 % og 1,5 % í miðal.

Óvissari gongd í Føroyum

Granskingin vísir, at gongdin í Danmark, Noregi, Svøríki og í Finnlandi er rættiliga eins, meðan úrslitini eru minni eintýðug í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. 

Føroyar eru partur av kanningunum gjøgnum Krabbameinsskránna hjá Heilsustýrinum.

– Kanningin vísir eina týðiliga øking í fleiri sløgum av krabbameini hjá yngri fólki í Norðurlondum. Størri hagfrøðilig óvissa er knýtt at føroysku tølunum, tí tey eru so smá. Tí ber ikki til við hesi kanningini at staðfesta, um gongdin í Føroyum er tann sama sum í grannalondunum. Úrslitini vísa, hvussu umráðandi tað er at fylgja gongdini og granska nærri, hvat liggur aftanfyri, sigur Elna Dam Dahl-Olsen, fulltrúi, sum samskipar krabbameinsøkið í Heilsustýrinum.

Orsøkirnar ikki greiðar

Granskingin gevur ikki eitt greitt svar uppá, hví títtleikin av hesum krabbameinssløgunum hjá yngri fólki er øktur. Víst verður á, at orsøkirnar sannlíkt eru fleiri og kunnu vera ymiskar fyri einstøku krabbameinssløgini. Broytingar í váðatáttum tíðliga í lívinum, eitt nú við yvirvekt, kostvanum, kropsligum virksemi, royking, rúsdrekka og UV-geisling kunnu hava týdning. Eisini kunnu broytingar í viðurskiftum viðvíkjandi nøring spæla ein leiklut.

Harumframt kunnu betri kanningarhættir og økt tal av kanningum hava havt við sær, at fleiri krabbameinstilburðir verða staðfestir. Granskararnir leggja dent á, at tørvur er á meira gransking fyri at fáa greiðu á, hvat liggur aftan fyri økta títtleikan av krabbameini hjá yngri fólki.

Um kanningina

Granskingin byggir á NORDCAN-dátur úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Føroyum og Grønlandi fyri tíðarskeiðið 2003-2022. Úrslitini eru almannakunngjørd í vísindaligu greinini “Trends in early-onset cancer incidence rates in the Nordic countries (2003–2022): a population-based study”, sum er útgivin í tíðarritinum The Lancet Regional Health – Europe.