Klaksvík
7°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskur dómari dømdi í Danmark

Tíðindaskriv

Føroyskur seyðahundadómari aftur boðin til Danmarkar

Føroyskir seyðahundadómarar eru javnan bodnir til grannalond okkara at døma seyðahundakappingar. Hetta er ein viðurkenning av tí fakliga førleika og teimum royndum, sum føroyska seyðahundaumhvørvið hevur bygt upp gjøgnum árini.

Hesa ferð var tað Elmar Reinert Fjallheim, sum varð boðin til Danmarkar at døma eina kvalifikatiónskapping hjá danska seyðahundafelagnum.

At danska seyðahundaumhvørvið aftur vendir sær til ein føroyskan dómara, vísir, at føroyskir dómarar hava eitt gott umdømi og verða mettir at hava førleikar til at døma kappingar á høgum støði.

At døma seyðahundakappingar krevur stóran kunnleika til arbeiðið hjá hundinum, gott eyga fyri smálutum og evnini at meta rættvíst um avrikið hjá bæði hundi og førara. Tí er tað ein álitisváttan, tá ið fyrireikarar uttanlands bjóða føroyskum dómarum at taka lut í sínum kappingum.

Føroyar eru eitt lítið land, men vit hava sterkar siðvenjur innan seyðahald og seyðahundaarbeiði. Føroyskir hundaførarar og dómarar eru við til at knýta bond millum seyðahundaumhvørvini í londunum og at menna ítróttina tvørtur um landamørk.

Vit kunnu tí fegnast um, at Elmar Reinert Fjallheim umboðar føroyska seyðahundaumhvørvið í Danmark. Tað er bæði ein persónlig viðurkenning og nakað, sum føroyska seyðahundaumhvørvið kann vera errið av.

Føroyar eru smáar í vavi, men vit seta okkara spor í altjóða seyðahundaheiminum!