– Tað er gott, at íløgurnar í gransking og menning eru størri í 2025 enn í 2024, men enn liggja vit lægri enn í 2022 og 2023 og væl aftanfyri hini norðurlondini. Hetta má broytast, sigur Maria Skaalum Petersen, nývald forkvinna fyri Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.
Hagstovan kunngjørdi 12. oktobur hagtøl fyri gransking og menning í Føroyum í 2025. Her sæst, at samlaðu íløgurnar eru 1,32 prosent av BTÚ, ein hækking uppá 0,12 prosent í mun til árið fyri.
Í krónum er talan um 388 mió. kr. í 2025 samanborið við 335 mió. kr. í 2024.
Flestu lond í Evropa hava sum mál at nýta 3 prosent av BTÚ til gransking og menning. Skulu vit røkka hesum málinum í Føroyum skulu 500 mió. kr. leggjast afturat í dagsins tølum.
– Játtanir í gransking og menning eru langtíðaríløgur í eitt meira haldført samfelag, sum er ført fyri at ogna sær nýggja vitan og førleikar at lyfta tær avbjóðingar, sum standa fyri framman. Vit hava tørv á, at politiska skipanin saman við okkum arbeiðir strategiskt og langskygt. Í arbeiðinum við heildarætlanini eru almennu hagtølini grundarlagið, sum okkara uppskot og tilmæli í stóran mun koma at byggja á, sigur Maria Skaalum Petersen, forkvinna.