Báðir spældu sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í landskappingini fyri barndómsfelagið.
17 ára gamli John Ziska Joensen bleiv skiftur inn í 90. minutti, tá KÍ var á dda 2-0, meðan 18 ára gamli Ezra Lukama kom inn í 97. minutti, tá KÍ var á odda 3-0. Talan var um fyrstu landskappingarminuttirnar hjá báðum U19-landsliðsleikarunum, sum eru uppvaksnir í KÍ. John Ziska hevur fyrr í ár fingið spælitíð í steypakappingini.
John Ziska hevur verið partur av KÍ-hópinum alt kappingarárið, meðan Ezra var við í januar og nú í landsliðssteðginum kom við aftur og skal sum skilst venja við írestandi vikurnar av kappingarárinum.
KÍ hevur tryggjað sær uppflyting til 1.deild, og tað verður mest sannlíkt í 1.deild, at hesir í 2027 skulu ogna sær royndir á vaksnamannastigi.

