Klaksvík
4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: HB-KÍ

Jákup Ósá

Í dag er gamli klassikarin á skránni í Gundadali.

HB er formsterkasta liðið í deildini og vann fyrr í summar 2-0 í Klaksvík. Hetta er dysturin millum nummar tvey og trý, har bæði liðini hava brúk fyri trimum stigum.

Hjá HB hevur Stefan Radosavljevic leikbann, meðan Hallur Hansson hevur leikbann hjá KÍ. Bæði liðini hava eisini skaðar og ivamál, men helst fara manningarnar at líkjast teimum frá síðsta dystinum áðrenn landsliðssteðgin.

Dysturin í Gundadali byrjar kl. 15.00. Dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.