KÍ vann í dag 3–1 á NSÍ við Løkin og tryggjaði sær harvið uppflyting úr 2. deild í 1. deild. Enn eru tveir dystir eftir av kappingarárinum.
NSÍ kom á odda longu í níggjunda minutti við máli frá Kaj Johannesen. KÍ mátti bíða til 79. minutt, áðrenn Kim á Tjaldrafløtti javnaði.
Í 90. minutti skoraðu bæði Heðin Klakstein og Hugin Pállsson, og so var 3–1-sigurin hjá klaksvíkingum veruleiki.
Við sigrinum er uppflytingin tryggjað, og KÍ kann spæla tveir teir síðstu dystirnar við vissuni um, at liðið næsta ár verður í 1. deild.
