Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tá øll sleppa til arbeiðis, vinnur alt samfelagið

Heini Festirstein

Tað er breið semja í granskingini um, at atgongd til arbeiðsmarknaðin hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika ikki bara snýr seg um rættindi og javnrættindi. Tað snýr seg eisini um heilsu, trivnað og skilagóða samfelagsbúskaparliga raðfesting.

Tá fólk við skerdum arbeiðsførleika fáa møguleika at verða partur av arbeiðsmarknaðinum, vinna øll: tann einstaki, arbeiðsplássið og samfelagið. Hetta er ikki vælferð uttan avkast. Tað er ein íløga, sum kann geva afturkast í lívsgóðsku, arbeiðsmegi og búskaparligum virði.

Arbeiði er nógv meira enn løn

Arbeiði hevur stóran týdning fyri tann einstaka. Tað gevur ikki bara inntøku, men eisini meining í gerandisdegnum, sosiala samveru, samleika og kensluna av at hava týdning og hoyra til.

Gransking bendir á, at fólk, sum standa uttanfyri arbeiðsmarknaðin í longri tíð, eru í størri vanda fyri einsemi, sálarligari mistrivnaði og verri heilsu. Hetta kann raka fólk við skerdum arbeiðsførleika serliga meint, tí tey frammanundan kunnu hava torført við at fáa fótafest á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Hinvegin vísa kanningar, at arbeiði kann styrkja sjálvsvirðið, minka um sosiala isolatión og økja um lívsgóðskuna. Tá fólk uppliva, at tey gera mun, verða sædd og hava ein leiklut í einum arbeiðsfelagsskapi, hevur tað týdning fyri trivnaðin.

Tí eigur arbeiði ikki bert at verða sæð sum ein búskaparlig uppgáva. Tað kann eisini vera heilsufremjandi: fyribyrgja mistrivnaði, styrkja sálarligu heilsuna og geva fólki størri sjálvræði í egnum lívi.

Fyritøkurnar fáa eisini ágóðan

Tað er ein misskiljing, at inklusjón á arbeiðsmarknaðinum fyrst og fremst er nakað, fyritøkur gera av vælvild. Fleiri kanningar benda á, at fyritøkur, sum duga at skapa rúm fyri fólki við skerdum arbeiðsførleika, kunnu fáa ítøkiligar fyrimunir.

Tað kann millum annað síggjast aftur í betri trivnaði, størri loyaliteti, minni starvsfólkaútskifting og einum fjølbroyttari starvsfólkahópi. Fólk við skerdum arbeiðsførleika hava royndir, førleikar og sjónarhorn, sum kunnu styrkja arbeiðsplássið. Tey kunnu vera við til at menna betri loysnir, betri kundafatan og eitt sterkari arbeiðsumhvørvi – og styrkja umdømið hjá fyritøkuni.

Ein skipað gjøgnumgongd av gransking á økinum vísir, at arbeiðsgevarar kunnu hava fyrimunir av at seta fólk við skerdum arbeiðsførleika í starv. Tað kann millum annað styrkja kappingarførið, økja um starvsfólkatrygdina og minka um útskiftingina. Aðrar kanningar benda eisini á, at fyritøkur við sterkari inklusivari mentan kunnu standa seg væl fíggjarliga.

Tað merkir ikki, at allar avbjóðingar hvørva av sær sjálvum. Í summum førum krevjast tillagingar, vegleiðing ella stuðul. Men tillagingarnar kunnu ofta vera smáar í mun til ágóðan. Tað avgerandi er at síggja førleikarnar fyrst – og ikki lata avmarkingarnar skugga fyri teimum.

Samfelagið kann spara í longdini

Búskaparliga kann tað eisini vera skilagott at fáa fleiri fólk við skerdum arbeiðsførleika inn á arbeiðsmarknaðin. Tá fólk fáa møguleika at fara frá almennari uppihaldshjálp til eitt virkið arbeiðslív, broytist samfelagsligi roknskapurin.

Útreiðslurnar til veitingar og stuðul kunnu minka, samstundis sum skattainntøkurnar vaksa. Harumframt kann betri trivnaður og heilsa í longdini minka um trýstið á almennar tænastur, eitt nú heilsuverkið, sosialu skipanirnar og viðgerðartilboðini.

Í Føroyum verður ofta tosað um kostnaðin av skipanini við tillagaðum størvum. Hon kostar umleið 130 milliónir krónur um árið. Tað er ein munandi upphædd, og tí er tað natúrligt, at skipanin verður viðgjørd politiskt og búskaparliga.

Men upphæddin má síggjast í røttum høpi. Ein partur av útreiðslunum kemur aftur í landskassanum í skatti. Kostnaðurin eigur eisini at verða mettur í mun til, hvat alternativið kann vera: at fleiri fólk standa uttanfyri arbeiðsmarknaðin, at tørvurin á veitingum veksur, og at vandin fyri mistrivnaði økist.

Spurningurin er tí ikki bara, hvat tað kostar at skapa inklusjón. Vit mugu eisini spyrja, hvat tað kostar ikki at gera tað.

Inklusjón er ikki vælgerð – tað er ein íløga

Tá vit tosa um fólk við skerdum arbeiðsførleika á arbeiðsmarknaðinum, verður málið ofta lýst sum ein útreiðsla ella ein sosial skylda. Men tað er ein ov trongur máti at síggja tað upp á. Hetta snýr seg ikki bara um at hjálpa. Tað snýr seg eisini um at brúka ta arbeiðsmegi, teir førleikar og tað menniskjaliga tilfeingið, sum longu finst í samfelagnum.

Arbeiðsmarknaðurin er longu fullur av tillagingum. Foreldur fáa fleksibilitet, eldri starvsfólk kunnu fáa aðrar uppgávur, fólk eftir sjúku kunnu koma stigvíst aftur til arbeiðis, og leiðarar laga dagliga arbeiðið eftir førleikunum hjá starvsfólkunum. Tað eigur tí ikki at vera kontroversielt, at fólk við skerdum arbeiðsførleika eisini fáa ein veruligan møguleika.

Eitt samfelag, sum letur fólk standa uttanfyri, hóast tey bæði kunnu og vilja arbeiða, missir virði – bæði menniskjaligt og búskaparligt. Hinvegin kann eitt samfelag, sum skapar rúm fyri ymiskum førleikum, fáa meira burtur úr borgarum, arbeiðsplássum og almennum skipanum.

Inklusjón á arbeiðsmarknaðinum er tí ikki bara eitt sosialpolitiskt mál. Tað er eisini heilsupolitikkur, vinnupolitikkur og búskaparpolitikkur.

Niðurstøðan er greið: Vit hava ikki ráð til at lata fólk við skerdum arbeiðsførleika standa uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Tað hevur ein kostnað – fyri tann einstaka, fyritøkurnar og samfelagið.

At inkludera fleiri er ikki ein byrða. Tað er ein skilagóð og neyðug íløga í eitt sterkari og rúmligari samfelag.

Heini Festirstein,

massar av førleikum – eisini skerdum.