Klaksvík
6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jan Højgaard: -Vit fingu viðgeratrygd við í sáttmálan

Jóhann Lützen

Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag hava júst skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi til 1. apríl 2028.

Sáttmálin varð undirskrivaður í Sjósalinum á KG Hotel í dag.

Viðgerðatrygd merkir, at limir okkara sleppa til viðgerð innan 10 dagar og tað er arbeiðsgevarin, ið rindar fyri hetta, sigur Jan Højgaard formaður í Føroya Fiskimannafelag við Norðlýsið

Manningin í Barentshavinum fær 1.100 krónur pr, dag um túrurin gerst drúgvari enn 75 dagar, upplýsir Jan Højgaard fyri Norðlýsinum.

Tað eru fleiri onnur viðurskifti, sum vit hava vunnið í sáttmálanum sigur ein vælnøgdur formaður.

Nú resta samráðingarnar millum Reiðarafelagið og tey bæði Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið.