Klaksvík
7°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bundu og heklaðu fyri 40.460 krónur

Jóhann Lützen

Landsfelag Pensjónista hevur fingið 40.460 krónur frá íslendska DAS-happadráttinum. Peningurin skal brúkast til eitt felags átak, føroyskum pensjónistum at frama.

Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, handaði vegna DAS nevndini í Landsfelag Pensjónista kekkin týsdagin 29. september.

Gávan er úrslit av einum samstarvi, har pensjónistar og onnur bindiáhugað kring landið frá februar til í summar bundu ella heklaðu puntar í støddini 15 x 15 sentimetrar.

Landsfelagið savnaði puntarnar og lat teir víðari til Nudlavirkið. Fyri hvønn punt fekk felagið 10 krónur.