Atlantic Petroleum hevur gjøgnum eitt felag undir stovnan søkt Jarðfeingi um loyvi til leiting og framleiðslu í føroyskum øki. Atlantic Petroleum skal eiga 40 prosent av felagnum.
Umsóknin varð latin inn 30. september eftir sokallaðu opnu hurð skipanini, upplýsir Atlantic Petroleum í eini børsfráboðan.
Felagið, sum søkir um loyvið, er undir stovnan. Atlantic Petroleum skal hava ein eigaralut á 40 prosent við sokallaðum carried interest, har aðrir partar bera kostnað vegna felagið eftir nærri avtalu. Fráboðanin útgreinar ikki treytirnar fyri hesum.
Umsóknin merkir tó ikki, at loyvið er givið.
Jarðfeingi skal fyrst almannakunngera, at umsókn er móttikin. Síðani fáa aðrir áhugaðir møguleika at søkja um sama øki ella partar av tí. Umsóknarfreistin skal vera í minsta lagi 90 dagar frá almennu kunngerðini.
Atlantic Petroleum upplýsir ikki í fráboðanini, hvat øki søkt verður um, hvørjir hinir eigararnir eru, ella nær møgulig leiting kann byrja.
