Klaksvík
7°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýru í nudlum

skulatrod.fo

Hesa vikuna fáa næmingarnir á Skúlatrøð møguleika at royna ymiskt frá slakti. Matarskipanin setir hesa vikuna skjóneykuna á tað sum eftir er av slaktinum. Hetta verður gjørt fyri at kveikja áhugan og forvitnið hjá næmingunum fyri føroyskum mati og føroyskum tilfeingi. 

í gjár stóð blóðblinis, ein blóðpannukøka, við eplarótamorli á matlepanum, og í dag var tað nýru í nudlum í asiatiskari sós og várleyki. Næmingarnir lótu væl at, og hjá onkrum var tað fyrstu ferð tey ótu nýru.

Nú kunnu næmingarnir gleða seg til rættin í morgin, sum verður friterað hvítanýra við steiktum føroyskum eplum og remulátu.

Ein spennandi matskrá má sigast. Meir er at lesa um slakt og avroð her.