Klaksvík
7°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

10.000 føroyingar seta skíggjanýtslu á breddan

Jóhann Lützen

At kalla allir skúlar í Føroyum eru við, tá SkíggjaSunn og Nærveruvikan aftur seta sjóneykuna á javnvágina millum skíggjanýtslu og samveru. Átakið verður frá 12. oktober til 1. november.

Undirtøkan er støðugt vaksandi, og umframt skúlar luttaka eisini kommunur og arbeiðspláss. Sambært Betri Trygging, sum samskipar átakið, fara umleið 10.000 føroyingar at seta fokus á evnið í sama tíðarskeiði.

Endamálið er at skapa tilvit um, hvussu nógv skíggjarnir fylla í gerandisdegnum, og eggja fólki til at finna betri javnvág millum talgildu møguleikarnar og nærveruna við onnur.

Í viku 43 verður dentur lagdur á avbjóðingar við stórari skíggjanýtslu. Millum evnini eru hugsavning, einsemi, talgildur bundinskapur, falstíðindi og kjaksiður á netinum.

Í viku 44 verður Nærveruvikan, har fólk verða eggjað til at leggja skíggjarnar til viks og vera saman. Spøl, bøkur, tónleikur, vitjanir, gongutúrar og handaligt arbeiði eru millum uppskotini.

Kunningin byrjar longu 12. oktober. Skúlar og arbeiðspláss fáa plakatir við áminningum um skíggjanýtslu, og kendir føroyingar fara at heita á fólk um at leggja telefonina til viks, serliga tá tey eru saman við øðrum.

Øll eru vælkomin at vera við.