Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør tíggjunda kvinna í Føroyum fær bróstkrabba

Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

Í oktobur mánaði á hvørjum ári – eisini kallaður ljósreyður oktobur, varpar Krabbameinsfelagið ljós á bróstkrabba og týdningin av at stuðla arbeiðinum móti sjúkuni.

Bæði uttanlands og her heima verður bróstkrabbi settur í brennidepilin í oktobur mánaði. Bróstkrabbi er vanligasta krabbameinssjúkan hjá føroyskum kvinnum. Tølini vísa, at umleið  tíggjunda hvør kvinna í Føroyum verður rakt av sjúkuni.

Hóast flestu teirra eru yvir 50 ár, so kann sjúkan rakar kvinnur í øllum aldri – í onkrum førum eisini menn.

Hóast læknavísindin støðugt ger framstig, er bróstkrabbi framvegis ein álvarslig sjúka, ið ávirkar bæði sál og likam hjá teimum raktu og teirra nærmastu.

Lívsneyðugt at kvinnur lata seg kanna

Í Føroyum fáa allar kvinnur millum 50 og 69 ár boð um ókeypis bróstkrabbasíging (mammografi) annaðhvørt ár. Kanningarnar fara fram á Landssjúkrahúsinum.

Endamálið við skreeningini er at finna møguligar broytingar í bróstinum, áðrenn tær gerast til sjónligar knyklar ella geva sjúkueyðkenni. Læknar og serfrøðingar mæla staðiliga til, at kvinnur taka við hesum tilboði.

Tess fyrr sjúkan verður staðfest, munandi betri verða batamøguleikarnir, og viðgerðin verður ofta mildari.

Ver varug við broytingar

Hóast skreeningarskipanin virkar væl, er tað kortini umráðandi, at allar kvinnur kenna sína egnu kropp og halda eyga við bróstunum. Krabbameinsfelagið mælir staðiliga til at fara til lækna, um man varnast t.d nýggjar knyklar ella herðingar í bróstinum ella undir arminum. Broytingar í stødd ella skapi á bróstinum. Tú eigur eisini at ansa eftir, um húðin ella geirvørtan dregur sig inn eftir, ella um blóðug ella ónatúrlig væta kemur úr henni.

Keyp eitt helsi og stuðla gransking
Í sambandi við ljósareyðan oktobur, hevur borið til á hvørjum ári at stuðla granskingini og arbeiðinum hjá bróstkrabbabólkinum, Bót til bata – á ymiskan hátt. Soleiðis er eisini í ár.

Í ár selur Bót til bata helsi. Helsini eru brún og hava ljósareyða sloyfu. 🤎🩷 Tey fáast til keyps á apotekunum kring landið.

Ljósareyði oktober fyri øll

Á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum stendur, at tey hava gjørt av, at í ár er ljósareyði oktober fyri øll. Tey ætla at leggja dent á felagsskap og rørslu.

Endamálið er at skapa høvi hjá fólki at hittast, vera saman og taka lut á ymiskan hátt. Tiltøkini eru fjølbroytt og eru spjødd um landið. Skipað verður fyri eini rúgvu av rørslu- og hugnatiltøkum nú í oktobur.

Far inn á heimasíðuna hjá krabbameinsfelagum krabbamein.fo og sí øll tiltøkini.